Fysioterapeutur og Ergoterapeutur til Heimatænastuna í VEKS

VEKS Útgivið: 4. oktober 2017

Lýsing

Vit sóknast eftir 2 ágrýtnum, jaligum og hugskotsríkum starvsfólkum til virksemi okkara.

Størvini eru:

  • Fysioterapeutur, starvsbrøk 0,8.
    • Arbeiðsstaður út frá Heiminum á Grønanesi í Vestmanna
  • Ergoterapeutur, starvsbrøk 0,8.
    • Arbeiðsstaður út frá Mørkini í Streymnesi

Tú kemur at verða partur av einum terapeutiskum starvsbólki á tils. 4 starvsfólk (2 fysio- og 2 ergoterapeutar).

Vit kunnu bjóða góðar karmar, dugnaligan starvsfólkahóp og spennandi uppgávur.

Meira fæst at vita um starvið og um okkum á heimasíðu okkara www.veks.fo

Umsóknarfreistin er mikudagin 25. oktobur 2017 kl. 12:00.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv