Handilslærlingur til Valdemar Lützen Byggibúð

Valdemar Lützen Byggibúð
Útgivið
12. august 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
vlb@vlb.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

  • Handilslærlingur við sergrein innan Byggibúð

Er tú ein frískur og lættur persónur, ið dámar at hjálpa fólki at loysa praktiskar uppgávur?

Vit leita eftir einum røskum handilslærlingi til Byggibúð okkara í Tórshavn.

 

Um læruplássið
Tú kemur at starvast í handli okkara á Skálatrøð í Tórshavn og tú verður partur av einari fyritøku, ið setur tænastu og vitan fremst. Tú fær góða upplæring innan øll økir í handilsvirkinum og kemur eisini at taka læruskeið á skúla í Danmark. Uppgávur, ið tú kemur at røkja sum handilslærlingur eru millum annað at:

  • Vegleiða og avgreiða kundar í handli okkara
  • Taka ímóti og avgreiða ordrar frá okkara vinnukundum
  • Bíleggja vørur til handil og goymslu

Gjøgnum hesar uppgávur kemur tú at læra um øll økir innan byggibúðir, m.a. el-amboð, hondamboð, øll sløg av skrúvum og boltum til byggivinnuna, men mest av øllum kundatænastu.

Tín vangamynd
Kundin er miðpunktið í virksemi okkara og tí ynskja vit at tú:

  • Er blíð/ur av lyndi og hevur lætt við at tosa við fólk
  • Er virkin, røkin og hevur eyga fyri einari penari vøru-uppstilling
  • Tú trívist at arbeiða í toymi
  • Dámar at arbeiða í høgari ferð við skiftandi uppgávum

Setanarviðurskiftið
Lærutíðin er 2 - 4 ár, alt eftir um tú hevur útbúgving frammanundan. Læruplássið verður lønt sambært S&K sáttmálanum.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 03. septembur 2019 tó kann starvið setast fyrr um rætti viðkomandi verður funnin.

Umsóknir kunnu sendast við telduposti saman við møguligum prógvum til vlb@vlb.fo

 

Hevur tú spurningar um starvsplássið og lærutíðina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Høgna Lützen, stjóra, á tlf. 213536 ella við teldupost á vlb@vlb.fo

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv