Heilsurøktari ella heilsuhjálpari til eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu

Nánd
Útgivið
4. juni 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
nand@eystur.fo
Bý-/ bygd
Norðragøta

Lýsing

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag ja, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Vit leggja dent á hesi virði: at vísa álit, at fremja gleði í gerandisdegnum og at veita fakliga umsorgan. Sí meira um okkum á www.eystur.fo

Hetta starv eru leyst at søkja:

Heilsurøktari ella heilsuhjálpari

Fast starv frá 1. aug. 2018, fulla ella niðursetta tíð, at arbeiða í skiftandi vaktum.

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari
  • Førleika, hegni og áhuga í at veita eldri borgarum stuðul og hjálp at megna sín gerandisdag

Starvsetan og løn
Starvið verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg.  Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Beintu Áargarð, deildarleiðara á tlf. 730252.

Umsóknir
Umsóknir – við prógvum, CV og øðrum – skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. juni 2018. Umsóknir skulu sendast til: Nánd – Oyran 2 – 530 Norðragøta, ella á teldupost: nand@eystur.fo.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv