’Heilsurøktari ella heilsuhjálpari til Gøtubrá í Norðragøtu

Nánd Heimatænastan
Útgivið
27. februar 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
nand@nand.fo
Bý-/ bygd
Norðagøta

Lýsing

Leyst starv á Gøtubrá í Norðragøtu

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag ja, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Vit leggja dent á hesi virði: at vísa álit, at fremja gleði í gerandisdegnum og at veita fakliga umsorgan. Sí meira um okkum á www.eystur.fo

Hetta starv eru leyst at søkja:

Heilsurøktari ella heilsuhjálpari

Fast starv frá 1. apríl 2018, fulla ella niðursetta tíð, at arbeiða í skiftandi vaktum.

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari
  • Førleika, hegni og áhuga í at veita eldri borgarum stuðul og hjálp at megna sín gerandisdag

Starvsetan og løn
Starvið verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg.  Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Beintu Áargarð, deildarleiðara á tlf. 730252.

Umsóknir
Umsóknir – við prógvum, CV og øðrum – skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. mars 2018. Umsóknir skulu sendast til: Nánd – Oyran 2 – 530 Norðragøta, ella á teldupost: nand@eystur.fo.

Líknandi størv

Fleiri størv