Heilsurøktari til Suðurstovu á Røtkar- og Ellisheiminum í Runavík

Roðin Økistænastan
Útgivið
8. marts 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
rodin@rodin.fo
Bý-/ bygd
Runavík

Lýsing

ROÐIN SØKIR EFTIR EINUM HEILSURØKTARA TIL SUÐURSTOVU Á RØKTAR- OG ELLISHEIMINUM Í RUNAVÍK. 

Søkt verður eftir:

  • Einum heilsurøktara fyri heilsurøktara í farloyvi í tíðarskeiðnum 1. mai 2018 til 31. mars 2020. Starvsbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti. 

FØRLEIKAKRØV

• Prógv og góðkenning sum heilsurøktari

Áhuga at arbeiða við eldri sum hava minnissvinn • Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing • Góð evni at samskifta í skrift og talu • Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í
menning • KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR

• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag • ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum • eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar • møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum

Søkjur skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður til setan 1. mai 2018 og verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eimy Hansen, deildarleiðara í Suðurstovu. Telefon 290209 ella við telduposti til eimyh@rodin.fo

 

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Heilsurøktari til Suðurstovu”.

Umsóknarfreistin er 22. mars 2018.

 

MÁLIÐ HJÁ ØKISTÆNASTUNI ROÐANUM ER:

  • Støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
  • At veita eina tænastu sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
  • At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar,-Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”

 

Líknandi størv

Fleiri størv