Heilsuskúli Føroya søkir eftir fysioterapeuti

Heilsuskúli Føroya
Útgivið
6. september 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
heilsuskulin@skulin.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Endurlýsing:

 

Heilsuskúli Føroya søkir eftir fysioterapeuti fulla tíð, í fast starv, at byrja 1. oktobur 2019 ella skjótast gjørligt

Starvið umfatar m.a. undirvísing í útbúgvingunum á Heilsuskúlanum m.a. í lærugreinunum ”Arbeiðsumhvørvi” og ”Endurmenning”. Harumframt at hava næmingasamrøður, vegleiðing til verkætlanarskriving, próvtøkuhald og starvsvenjingarvitjanir runt landið, tá næmingar eru í starvsvenjing. Somuleiðis umfatar starvið samábyrgd av at menna útbúgvingarnar, at luttaka á toymisfundum og at hava samábyrgd av øllum virksemi á skúlanum.

Føst arbeiðstíð er á staðnum.

 

Arbeiðið verður lagt til rættis sum toymisarbeiðið, í tøttum tvørfakligum samstarvi, millum lærararnar á skúlanum.

Kravið er útbúgving sum fysioterapeutur á bachelorstøði og í minsta lagi 2 ára arbeiðsroyndir í starvinum. Starvið hevur við sær, krav um at námsfrøðilig útbúgving innan undirvísing verður byrjað í seinasta lagið 2 ár eftir starvssetan.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

 

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til leiðslu skúlans á tlf. 61 42 10 ella við telduposti til heilsuskulin@skulin.fo.

 

Umsóknarfreistin er 20. septembur 2019. Umsóknir, saman við avriti av prógvum v.m. skulu sendast til:

Heilsuskúli Føroya
Stílað til: Jórun Petersen, leiðari
Grønudalur 2,
950 Porkeri
www.heilsuskulin.fo

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv