Heilsuskúli Føroya søkir eftir fysioterapeuti

Heilsuskúli Føroya
Útgivið
2. juli 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Contact
heilsuskulin@skulin.fo
City
Porkeri

Lýsing

Heilsuskúli Føroya søkir eftir fysioterapeuti fulla tíð at byrja 1. oktobur 2019

Starvið umfatar m.a. undirvísing í útbúgvingunum á Heilsuskúlanum m.a. í lærugreinunum ”Arbeiðsumhvørvi” og ”Endurmenning”. Harumframt at hava næmingasamrøður, vegleiðing til verkætlanarskriving, próvtøkuhald og starvsvenjingarvitjanir runt landið, tá næmingar eru í starvsvenjing.

Somuleiðis umfatar starvið samábyrgd av at menna útbúgvingarnar, at luttaka á toymisfundum og annars at hava samábyrgd av øllum virksemi á skúlanum.

Føst arbeiðstíð er á staðnum.

Arbeiðið verður lagt til rættis sum toymisarbeiðið, í tøttum tvørfakligum samstarvi, millum lærararnar á skúlanum.

Kravið er útbúgving sum fysioterapeutur og í minsta lagi 2 ára arbeiðsroyndir í starvinum. Starvið hevur við sær, krav um at námsfrøðilig útbúgving innan undirvísing verður byrjað í seinasta lagið 2 ár eftir starvssetan, umframt krav um uppstigan til bachelor, um hendan ikki er staðin frammanundan.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til leiðslu skúlans á tlf. 61 42 10 ella við telduposti til heilsuskulin@skulin.fo.

Umsóknarfreistin er 15. juli 2019. Umsóknir, saman við avriti av prógvum v.m., skulu sendast til:

Heilsuskúli Føroya
heilsuskulin@skulin.fo
Stílað: Jórun Petersen, leiðari
Grønudalur 2,
950 Porkeri

Líknandi størv