Húsavørður

Sandoyar Kommuna
Útgivið
9. november 2018
Staður
Faroe Islands
Samskifti
sandur@sandur.fo
Bý-/ bygd
Sandur

Lýsing

Søkt verður eftir húsavørði at byrja 01. januar 2019, ella eftir nærri avtalu.

 

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Halda viðlíka og gera neyðugar umvælingar og ábøtur á bygningarnar hjá kommununi

  • Hava vatnveitingina og Vatnverkið undir hond

  • Umsita talgildu kortskipanina hjá kommununi

 

Fakligir eginleikar:

Vit vænta at tú hevur viðkomandi fakligan kunnleika og arbeiðsroyndir á omanfyrinevndu økjum. Tað er ein fyrimunur men ikki ein treyt, at tú hevur sveinabræv. Tú skal hava koyrikort til vanligan bil og hava telduførleika.

 

Persónligir eginleikar:

Vit ynskja at tú er røkin, arbeiðssamur/arbeiðssom og samstarvshugað/ur. Tú skal kunna arbeiða sjálvstøðugt men skal eisini loysa uppgávur saman við øðrum kommunalum starvsfólkum.

 

Setanarviðurskifti:

Starvið verður settur eftir avvarandi sáttmála, avmarkað til sáttmálan millum KAF og Føroya Arbeiðarafelag, og KAF og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna.

 

Arbeiðstíð:

Arbeiðstíðin er ávíkavist 40 tímar ella 39,5 tímar um vikuna.

 

Umsóknir:

Umsóknir við møguligum viðmælum og prógvum, saman við upplýsingum um royndir, skal verða Sands kommunu, Mørkin Mikla 3, 210 Sandur, sandur@sandur.fo, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. novembur 2018, kl 12.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til borgarstjóran á tlf 211930.

Sands kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir, og eisini rættin til ikki at taka av nakrari av innsendu umsóknunum.

Fleiri størv