Húsavørður til SALT

SALT Mentanarhúsið
Útgivið
13. februar 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
or50@mac.com
Bý-/ bygd
Tvøroyri

Lýsing

SALT sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum húsavørði.

Talan er um eina setan, ið svarar til trífjórðings ársverk.

SALT er ein nýggjur og visionerur mentanarpallur, og vit kunnu bjóða eitt spennandi og gott arbeiðspláss, har starvsfólkið fær virknan lut í skapanini og menningini av stovninum.

Starvsinnihald

Starvið fevnir um ymiskar og fjølbroyttar uppgávur bæði innan- og uttandura. Uttandura er vanligt viðlíkahaldsarbeiði umframt at tryggja, at umhvørvið kring bygningin er væl røkt og snotiligt.

Inni eru uppgávurnar m.a. viðlíkahaldsarbeiði av bygninginum og innbúgvi.

Uppgávurnar eru millum annað:
- Viðlíkahald innan og uttan
- Burturbeinan av ruski
- Praktisk viðurskifti í sambandi við tiltøk hjá SALT

Vit vænta, at tú hevur:
- eina handverkaraútbúgving og gótt handalig
- Gott eyga fyri smálutum og dugir væl at loysa uppgávur
- Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
- Góð samstarvsevnir
- Ágrýtni, ídni og ert røkin
- Koyrikort

Kunnleiki til tónleik og tónleika- og ljóðútgerð er ein fyrimunur.

Teldukunnleiki er ein fyrimunur.

Starvs- og lønarviðurskifti
Húsavørðurin verður settur eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum.

Umsókn og freist
Umsóknir við CV og viðkomandi skjølum skulu vera SALT í hendi í seinasta lagi hósdagin 8. mars 2018 kl. 12.00 og skulu sendast til or50@mac.com ella Ólav Rasmussen, Sornhúsvegur 16, 800 Tvøroyri.

Fleiri størv