Húsavørður til Sandoyar Skúlasamband

Sandoyar Skúlasamband Útgivið: 1. november 2017
Staður
Starvsstaður
Samskifti
kristina.petersen@hotmail.com
Bý-/ bygd
Sandur

Lýsing

Sandoyar Skúlasamband søkir eftir húsavørði at byrja beinanvegin.

Ábyrgdarøki: 
Húsavarðastarvi er eitt fulltíðarstarv. Húsavørðurin hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum og viðlíkahaldi av øllum skúlans bygningum.

Vit vænta av tær at tú: 
• Hevur góð samstarvsevnir
• Hevur gott handalag
• Dugir væl at loysa uppgávur
• Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin

Umsøkjari má kunna arbeiða sjálvstøðugt.

Umsøkjarar við handverkaraútbúgving ella líknandi kunnu hava ein fyrimun. Tað er ein treyt at tann, ið sett/ur verður, hevur koyrikoyrt.

Setanartreytir:
• Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fram til 1. aug 2018.
• Setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála hjá Starvsmannafelagnum

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu verða okkum í hendi innan mánadagin 20. november kl. 12.00 og skulu sendast til:

kristina.petersen@hotmail.com

ella við posti til:
Kristinu Petersen
Mørkin Mikla 7
FO-210 Sandur

Viðmerk brævbjálvan “Húsavørður”

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Fleiri størv