Innkeypari til Poul Hansen samtakið

Poul Hansen P/F
Útgivið
13. marts 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
hr@ph.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Dámar tær at arbeiða við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum?
Trívist tú við at arbeiða í einum toymi?
Fellir tað tær natúrligt at greina og arbeiða við lyklatølum?

Um tú svaraði ja, so ert tú kanska okkara nýggi innkeypari.

Sum innkeypari verður tú partur av einum eldhugaðum og nýhugsandi, lítlum toymi, sum vísir til innkeypsleiðaran. Saman við deildini hevur tú ábyrgdina av at tryggja góðar avtalur og rættstundisligar veitingar frá veitarum okkara úr øllum heiminum.

Uppgávur í innkeypsdeildini

  • Ordraviðgerð
  • Samskifta og tryggja gott samstarv við veitarar bæði innan- og uttanlands
  • Tryggja, at vit hava røttu vøru á goymslu til røttu tíð
  • Goymsluoptimering
  • Dagføring av sortimentstýring og dátustovnum
  • Aðrar vørustreyms-, góðsku- og innkeypsuppgávur og verkætlanir

Førleikakrøv
Umráðandi er, at tú:

  • Hevur eitt vælskipað arbeiðslag og megnar at fylgja eini uppgávu frá byrjan og á mál
  • Hevur góð góð evni at samskifta, bæði í skrift og talu
  • Raðfestir góða kundatænastu
  • Hevur góðar telduførleikar og hevur áræði at seta teg inn í nýggjar, tekniskar skipanir
  • Megnar til tíðir at arbeiða undir stórum trýsti

Fyrimunir eru um tú:

  • Hevur útbúgving innan innkeypsøkið ella logistik
  • Hevur starvsroyndir sum innkeypari, og helst royndir frá matvøruyrkinum
  • Hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á enskum

Løn og setanartreytir
Talan er fulltíðarstarv. Setanarstaðið er á høvuðsskrivstovuni hjá P/f Poul Hansen á Heykavegi 8 á Hálsi. Lønar- og setanarviðurskiftini eru sambært avtalu.

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum o.ø. skal sendast til hr@ph.fo ella til PH samtakið, postboks 3016, Heykavegur 8, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “innkeypari”.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 25. mars 2018.

Neyvari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Róa Ørvarodd, leiðara á sølu- og innkeypsdeildini, á tlf. 360 103 ella rorvarodd@ph.fo.

Stutt um P/F Poul Hansen
Poul Hansen samtakið er eitt handilsvirki í stórari menning, sum í dag umfatar bæði heilsølu, slaktarí, vistveitingardeild og saman við øðrum eigarum umsitir matvøruhandlar. Umleið 200 fólk starvast í samtakinum, sum varð stovnað í 1927. Samtakið fevnir tí sera breitt, og hevur nógvar spennandi avbjóðingar innan fleiri ymisk starvsøki.

Víst verður eisini til heimasíðuna hjá samtakinum : www.ph.fo

Líknandi størv

Fleiri størv