Kommunustjóri til Vága kommunu

Vága Kommuna
Útgivið
17. oktober 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
vaga@vaga.fo
Bý-/ bygd
Sandavágur

Lýsing

Vága kommuna søkir eftir kommunustjóra at byrja í starvi 1. januar í 2019, ella skjótast gjørligt. Vit geva okkum stundir at bíða eftir tí rætta.

Starvið
Starvið sum kommunustjóri er tvíbýtt. Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá kommunustýrinum og borgarstjóranum og ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi beint undir borgarstjóranum.

Vága kommuna væntar, at kommunustjórin er virkin og framsøkin í arbeiðinum at menna kommununa. Hetta setir kommunustjóranum serlig krøv um at stuðla býráðnum í at seta dagsskránna og megna at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnulív í kommununi.

Starvið er tænastumannalíknandi og er flokkað sambært 36. lønarflokki í tænastumannasáttmálanum, tó uttan at vera tænastumannastarv. Lønin er áljóðandi kr. 46.291,68 um mánaðin umframt 15% í eftirløn. Starvið verður sett frá 1. januar 2019 ella eftir nærri avtalu.

Uppgávurnar hjá kommunustjóranum eru

At vara av fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu stýringini í Vága kommunu, herundir eisini:

  • At vera skrivari hjá býráðnum og tryggja góðar, løgliga og fyrisitingarliga tryggar karmar um politiska arbeiðið
  • At tryggja, at fyrisitingin veitir politisku skipanini hóskandi, fakliga dygga og rætta ráðgeving, og at mál verða avgreidd, tá avgerðir eru tiknar
  • At seta í verk nýggja lóggávu, politisk mál og politiskar avgerðir
  • At tryggja gott samskifti við borgarar, vinnulív og viðskiftafólk
  • At tryggja og menna dagligu arbeiðsgongdirnar í fyrisitingini
  • At umboða kommununa á professionellan og siðiligan hátt

Umsøkjarin:

Hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella samanlagt samsvarandi útbúgvingarstøði og royndir. Harumframt skal umsøkjarin:

  • Hava kunnleika til og royndir frá fyrisiting, leiðslu og fíggjarstýring í almennum stovni ella privatum virki
  • Hava kunnleika til almenna umsiting, og kunnleiki til kommunal viðurskifti er ein fyrimunur
  • Hava góð evni at samskifta og málbera seg
  • Vera siðilig/-ur og vísa øðrum álit og virðing
  • Vera fleksibul og hava góð samstarvsevni
  • Hava góð evni at meta um støður, og góð analytisk evni
  • Politiskt tev er eitt krav, og royndir frá arbeiði í politiskum umhvørvi ein fyrimunur.

Samband og umsókn
Fleiri og greiniligari upplýsingar um starvið eru at finna í starvsprofilinum á heimasíðuni hjá Vága kommunu: www.vaga.fo.

Áhugað, ið ynskja at frætta nærri um starvið, eru eisini vælkomin at venda sær til Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóra á tlf. 794410 ella umvegis teldupostadressu eyddis@vaga.fo.

Umsóknir við cv, viðmælum, revisváttan v.m. skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. november 2018 kl. 12.00 og skulu sendast til:

Vága kommuna
Hammersheimbsvegur 1
360 Sandavágur

ella á teldupost eyddis@vaga.fo,

Merk umsóknina: Kommunustjóri

Um tú ynskir at vita meira um starvs- og persónsprofilin til kommunustjóran

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv