Kost- og føðslustarvsfólk til køkin á Hamragarði

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
Útgivið
16. juli 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Contact
bhs@bhs.fo
City
Vágur

Lýsing

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir køks- og føðslustarvsfólki í farloyvisstarv til køkin á Hamragarði í tíðarskeiðinum 1. september 2019 til 31. august 2020.

Vit søkja eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum  starvsfólki við ábyrgd fyri matframleiðsluni 32 tímar  um  vikuna  til  eitt  spennandi  starv har tú  hevur  ávirkan  á tænastuna í  køkinum

Uppgávur

  • ábyrgd av matframleiðsluni
  • tilrættisleggjan og fyrireiking
  • bílegging av vørum

 

Útbúgving og førleikakrøv

  • hevur  útbúgving sum økonoma, føðsluatstøðari, føðslutøkningur ella aðra viðkomandi útbúgving innan matgerð
  • KT- førleika á brúkarastøði
  • arbeiðsroyndir er ein fyrimunur

 

Persónligar eginleikar

  • er álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • hevur góð samstarvsevnir
  • dugir væl at samstarva

 

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.

Upplýsingar
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til

Daimi K. í Hørg, eindarleiðara tlf. 793503.

Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att. Anna Djurhuus, leiðara
Eiðisvegur 28
900 Vágur

ella: bhs@bhs.fo 

Umsóknarfreist: 5. August 2019