Kostfakligt starvsfólk til Køkin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
4. marts 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
umsokn@ks.fo
Bý-/ bygd
Klaksvík

Lýsing

Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum kostfakligum starvsfólki til setan í barnsburðarfarloyvisstarv frá 1. maj 2019 til 30. apríl 2020 ella eftir nærri avtalu. Starvið er eitt fulltíðarstarv og arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00. Vikuskiftisvaktir eru umleið 3. hvørt vikuskifti.

Brennur tú fyri at gera góðan og føðslurættan mat, so er tað møguliga tær, vit leita eftir. Vit gera mat og máltíðir til eina sjúklingadeild, 2 røktarheimsdeildir, heimabúgvandi pensionistar,starvsfólkakantinu, fundir og annað virksemi í húsinum.

Arbeiðsuppgávur í høvðusheitum:
Matframleiðsla, fyrireiking, planlegging, pakking, upprudding, fremja innaneftirlit, uppvask og reingerð.

Førleikar:

  • tú ert føðsluatstøðari (ernæringsassistent) ella hevur líknandi útbúgving
    tú dugir at samskifta í skrift og talu
    tú hevur kt-førleika á brúkarastøði
    tú hevur arbeiðsroyndir frá stovnskøki

Persónligir eginleikar:

  • tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
    tú hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði
    tú sært møguleikar framum forðingar
    tú hevur gott yvirblikk og tolir stórt arbeiðstrýst
    tú ert samstarvssinnað/ur og jalig/ur
    tú ert røkin og arbeiðssom/-samur
    tú ert tænastusinnað/ur og fyrikomandi
    tú ert fleksibul og tolir broytingar

 

Vit bjóða ein fakligan spennandi gerandisdag saman við dugnaligum og fittum starvsfelagum, har tú kanst fáa ávirkan á menningina av tænastuni hjá køkinum.

Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.

 

Løn og setanartreytir smb. sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Akursmørk, leiðara í køkinum, á telefon 404581/ 229229 ella á teldupostadressu: elisabethak@ks.fo

Umsóknarfreistin er 18. mars 2019

Umsókn við CV og prógvum skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo Á okkara heimasíðu www.ks.fo kanst tú lesa um Klaksvíkar Sjúkrahús

 

Líknandi størv