Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
24. april 2024
Útgongur
10. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir læknaskrivara til fulltíðarstarv, at byrja 1. juli 2024, ella eftir nærri avtalu.

Førleikakrøv/persónligir eginleikar:

  • útbúgving sum læknaskrivari
  • kunnleiki til Cosmic
  • kunnleika til tryggingar/patientklagenævnet
  • góð samstarvsevni, álitsvekjandi og jaligt sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
  • ert viðvirkandi til at skapa eitt jaligt arbeiðsumhvørvi
  • hevur jaligan hugburð til arbeiðið, fakliga menning og starvsfelagar
  • dugir at raðfesta arbeiðið, sum til tíðir er krevjandi
  • góðan røkjuskap
  • tola skiftandi arbeiðsuppgávur
  • tað er ein fyrimunur um man hevur umsitið alloplastik og skaðastovu.

Ein deild og eitt sjúkrahús
Á deildini starvast dugnalig og ábyrgdarfull starvsfólk, sum arbeiða innan økini parenkym, urologi,
ortopædi, neurologi, internmedisin, svøvnkøvu og skaðastovu.

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er ein blandað medisinsk og kirurgisk seingjardeild við 22
seingjarplássum. Tvær skurðstovur, ein ambulatoriudeild, við skurð-ambulatorium,
ortopædkirurgiskum ambulatorium, urologiskum ambulatorium, medisinskum ambulatorium,
svøvnkøvu ambulatorium, endoskopirúm og skaðastova. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi arbeiða vit
rehabiliterandi, tvørfakligt og tvørsektionelt.

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðaran,
Anniku Karlsdóttir Ljósstein, teldupost: akl@ks.fo, telefon 235423.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 10.05.2024.

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir
leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og
Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá
gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa
vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis
sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass,
sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk
innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið