Lærarastarv á Sandoyar Meginskúla

Sandoyar Meginskúli
Útgivið
23. januar 2020
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Contact
samesk@post.olivant.fo
City
Sandur

Lýsing

Søkt verður eftir
Lærara til eitt starv fyri starvsfólk, ið fer niður í tíð í tíðarskeiðinum 1. februar 2020 til 24. juni 2020.

Lønarbrotið er 0,5 (12 t/v)  tað, ið eftir er av skúlaárinum 2019/20 at byrja skjótast til ber.

Talan er um:

  • 8 t. alis- og evnafrøði 7. - 9.fl
  • 2 t. lívfrøði í 8.fl
  • 2 miðfirraðar tímar

 

Førleikakrøv:
Best er um umsøkjarin hevur fólkaskúlalæraraprógv, men er tó ikki krav.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag ella eftir sáttmála felagsins fyri ófaklærdar lærarar um so er, at umsøkjarin ikki hevur læraraprógv.

Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 10. februar 2020 kl.12.00

Nærri fæst at vita um starvið hjá Jacqueline L. Benzon skúlastjóra, á telefon 361038/ 272914 ella við at senda t-post til skúlan: samesk@post.olivant.fo

 

Í Sandoyar Meginskúla eru 73 næmingar í 6. - 9.flokki, 10 lærarar, 2 námsfrøðingar og ein húsavørður.