Lærarastarv í Hvalbiar skúla

Hvalbiar Skúli
Útgivið
11. juni 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
ed0604f4@skulin.fo
Bý-/ bygd
Hvalba

Lýsing

Hetta starv verður lýst leyst fyri skúlaárið 2019/20:

  • 1 starv uml. 16 tímar vegna avlopstíð
  • Endaliga tímatalið av hesum starvi verður ásett eftir 1. september 2019

 

Tímatalvan til starvið fatar um:

  • Støddfrøði í 1. fl
  • Støddfrøði í 4. fl
  • Støddfrøði í 6. fl

 

Tey, ið sett verða skulu:

  • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiðinum á skúlanum
  • hava vilja til at samstarva og hava áhuga í toymissamstarvi
  • vera fakliga væl fyri og professionell
  • vera engageraði og fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru á skúlanum
  • vera fyrikomandi
  • starvast fyri góðum samstarvi millum heim og skúla
  • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vera áhugað í at menna skúlan

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving frá góðkendum læraraskúla og viðkomandi linjulestur.

 

Lønar og setanartreytir:

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum frá 18.1. – 29.2. og verða sett sum sáttmálasett størv.

 

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi fríggjadagin 21. juni 2019.

Eru spurningar størvunum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlaleiðaran, Eydnu Danielsen, tlf. 237587 ella 375083. ed0604f4@skulin.fo

 

Hvalbiar skúli hevur komandi ár 80 næmingar frá 1. til 9. flokk og við skúlan fara at starvast 11 lærarar.