Lærari til Fuglafjarðar skúla

Fuglafjarðar Skúli
Útgivið
6. juni 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
fug@skulin.fo
Bý-/ bygd
Fuglafjørður

Lýsing

Lærarastarv lýst leyst at seta frá 1. august 2018:

Starvið er tíðaravmarkað fyri skúlaárið 2018/2019 vegna lærara, ið er í farloyvi. Starvið er fulla tíð.

 

Søkt verður eftir lærara, sum

torir at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini, sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum, er fyrikomandi, dugir at samstarva og vil vera við at menna skúlan.

Okkum tørvar lærara, ið hevur lívfrøði, kann arbeiða innan serøkið og vera ein partur av serstovu og førleikatoyminum í Fuglafjarðar skúla.

 

Førleikakrøv

Útbúgving sum fólkaskúlalærari.

Útbúgving ella royndir sum serlærari, AKT ella orðblindalærari er ein fyrimunur

 

Lønar- og setanartreytir

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsóknir

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 19. juni kl 15.00. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tel. 743082. Eisini ber til at senda teldupost til fug@skulin.fo.

 

Fuglafjarðar skúli hevur næsta skúlaár umleið 260 næmingar í 1 .- 10. flokki. Á skúlanum starvast 25 lærarar, 1 skrivstovufólk, 1 húsavørður og 2 námsfrøðiligir stuðlar.

Líknandi størv

Fleiri størv