Lærari til Miðnám í Vestmanna

Miðnám í Vestmanna
Útgivið
29. november 2018
Staður
Faroe Islands
Samskifti
miv@miv.fo
Bý-/ bygd
Vestmanna

Lýsing

Miðnám í Vestmanna søkir eftir kvotasettum lærara at byrja á skúlanum 1. februar 2019 í hesum lærugrein­um: Lívfrøði B (3 t/v), tilfeingisfrøði B-stig (5 t/v) og tilfeingi A-stig (5 t/v).
Talan er um umleið trífjórðingsstarv í fyrstu syftu.

Útbúgving og royndir
Lærarin skal hava kandidat- ella masterútbúgving av lærdum háskúla á 300 ECTS ella aðra samsvarandi útbúgving. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjari hevur undirvísingarroyndir og royndir at arbeiða við verkætlanum í skúlahøpi. Námsfrøðilig útbúgving er eisini ein fyrimunur, men onki krav.

Persónligir eginleikar
Lærarin, vit leita eftir, skal hava eina breiða fakliga vitan innan náttúrutilfeingi og hava hug og evni at menna arbeiðið við næmingaverkætlanum, serliga í tilfeingi A. Eisini leggja vit dent á, at viðkomandi hevur førleikar at gagnnýta tær frálíku umstøðurnar á skúlanum at arbeiða við verkætlanum og til royndararbeiði. Lærarin skal sjálvsagt trívast saman við ungdómi og hava ein positivan hugburð til at menna skúlan sum heild. Góðir KT-førleikar og málsligir førleikar eru eisini dygdir, sum vit seta prís uppá.

Setanar- og lønartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Yrkis­felagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið. Kvotasettir lærarar verða settir í mesta lagi fyri 12 mánaðir í senn.

Umsókn
Umsóknir skulu stílast og sendast til Miðnám í Vestmanna, Fjarðarvegur 4, 350 Vest­manna ella sendast til teldupostbústaðin: miv@miv.fo. Umsóknir við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. desember kl. 12.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jákup Andreasen, skúlastjóra, á tlf. 221 654, miv@miv.fo ella á heimasíðuni www.miv.fo 

Miðnám í Vestmanna

Fjarðarvegur 4
350 Vestmanna
www.miv.fo 

Tilfeingsbreytin á Miðnámi í Vestmanna er einasta av sínum slagi í landinum og varð sett á stovn í nýggju gymnasialu skipanini frá 2013. Á skúlanum ganga í løtuni umleið 50 næmingar. Trý fólk eru í føstum starvi, meðan onnur eru kvotasett og tímalærarar.

Líknandi størv

Fleiri størv