Lærlingur innan køliteknik

KMS Køling Sp/f
Útgivið
19. juni 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
ks@koling.fo
Bý-/ bygd
Argir

Lýsing

KMS Køling søkir ein lærling innan køliteknik, at byrja skjótast gjørligt

Sum lærlingur hjá Sp/f KMS Køling hevur tú møguleikan, at fáa eina breiða vitan innan øll okkara arbeiðisøkir og eina spennandi lærutíð við fjølbroyttum uppgávum kring alt landið.

Sp/f KMS-Køling fevnir um alt frá smærri umvælingum til veitan av heildarloysnum innan øll sløg av køli-, frysti- og klimaskipanum bæði á landi og umborð á skipum.

Starvsfólkið hjá okkum hava eina breiða vitan innan hitapumpur luft/luft og luft/vatn, el, frystarí, klima, rør arbeiði, sveising, lodding og mangt annað.

Lærutíðin
Lærutíðin tekur 4 ár og gevur tær útbúgvingina sum Kølimontør, skúlagongdin er 55 vikur og gongur fyri seg í Danmark.

Tín vangamynd
Tú hevur helst eina tekniska miðnámsútbúgving og stóran áhuga fyri handverki. Tú ert væl skipaður, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hug­burð til uppgávurnar.

 

Vit vænta av tær:

  • At tú ert álítandi.
  • At tú ert raskur/røsk at arbeiða.
  • At tú hevur møguleika at arbeiða skiftandi dagar.
  • At tú ikki ert bangin fyri nýggjum avbjóðingum.
  • At tær dámar væl at arbeiða og læra nógv nýtt.

Ynskiligt er at tú hevur koyrikort, men tað er ikki eitt krav.

 

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya handverksmeistarafelag og Føroya handverkarafelag.

Um umsøkjarin hevur royndir, verður lønin sambært avtalu.

 

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast við t-brævi til: ks@koling.fo.

Nærri kunning fæst við at ringja á tlf: +298 252779 ella skriva ein t-post á ks@koling.fo

Freist at søkja er 10. Juli.

Líknandi størv