Lærlingur til KT Landsins á Gjaldstovun

Gjaldsstovan
Útgivið
25. september 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
gjaldstovan@gjaldstovan.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Uppgávurnar hjá KT Landsins:

KT Landsins hevur um hendi uppgávuna at samskipa og miðsavna KT hjá landsins stovnum. KT Landsins veitir landsins stovnum felags KT-undirstøðukervi, nevnt Landsnet. Tað eru í dag 56 stovnar, sum tilsamans hava áleið 2.300 brúkarar og 1.500 teldur, sum brúka Landsnet.

Tænasturnar í Landsneti eru:

  • hýsa og reka servarar og net
  • seta upp brúkarateldur
  • umsita grundleggjandi lisensir til brúkarateldur
  • veita brúkarum hjálp
  • brúkaraumsiting

Starvsinnihald

Sum lærlingur skalt tú hjálpa at reka Landsnet. Talan verður um uppgávur við bæði hard- og software og innan net. Tað er týdningarmikið, at tú ert fyrikomandi og leggur dent á at veita góða tænastu.

Førleikar

Tú skalt hava lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans og hava áhuga í KT. Harumframt er tað ein fyrimunur at duga enskt, tí brúkaravegleiðingar og skúlatilfar ofta er á enskum.

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Tað er lønt í 3. lønarflokki. Fyrstu seks mánaðirnar er lønin kr. 11.592,34 um mánaðin, næsta árið kr. 13.910,80 um mánaðin og síðsta árið kr. 16.229,27 um mánaðin. Eftirlønin er 15%.

Talan er um útbúgvingina, sum á donskum eitur IT Supporter. Lærutíðin er 2 ár og 6 mánaðir, og skúlagongdin er í Danmark.

Umsókn

Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal verða send til starv(at)gjaldstovan.fo ella í brævi til Gjaldstovuna, Kvíggjartún 1, Boks 2009, 165 Argir

Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Birgir av Steinum deildarstjóra, á tel. 792499 ella í tposti birgir(at)gjaldstovan.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 28. september kl. 10.00.

Gjaldstovan er skipað í trý høvuðs- øki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins og Talgildu Føroyar.

Vit eru áleið 60 starvsfólk á Gjald- stovuni og 9 teirra á KT Landsins. Vit húsast í Albert Hall á Argjum. Vit hava góða kantinu, har døgurði kann keypast dagliga. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast.

Vit skipa javnan fyri fakligum og sosialum starvsfólkatiltøkum.

Tú fert at starvast í einum fram- fýsnum umhvørvi saman við dugna- ligum og ágrýtnum starvsfeløgum.

Líknandi størv

Fleiri størv