Lærlingur til Tiger í SMS

Útgivið
18. januar 2018
Staður
Samskifti
fo101sm@tiger-stores.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Hevur tú eyga fyri smálutum?

Tak lopið og gerst lærlingur í Flying Tiger í SMS Vilt tú hava tingini at vera líka um í gjár ella fyrradagin, so er eingin grund at gerast lærlingur hjá okkum.

Vit elska at venda øllum á høvdi, so alt verður óvantað. Tað skal vera stuttligt og avbjóðandi, og vit vilja gera heimin eitt betri og glaðari stað at vera í. Tað skal vera stuttligt at vera í handlinum, ikki bara fyri kundan, men eisini fyri øll sum arbeiða her.

Tað merkir, at tú mennir teg persónligani og fakligani alla tíðina.

 

TÚ MÁST VERA:
Ágrýtin, fyrikomandi og álítandi. Sum lærlingur fart tú kunnleika innan øll øki í smáhandli. Tað mesta av lærutíðini verður í handlinum.

Í lærutíðini eru 8 skúlavikur, sundurbýttar í 8 partar, sum vera á serskúla saman við Flying Tiger lærlingum í Danmark.

Treytirnar fyri at søkja eru, at tú hevur FHS ella eina miðnámsútbúgving.

Um tú heldur, at tú er tann rætti til okkum, ella kennir tú onkran, sum kundi verið tað?

Send so eina umsókn til: TIGER SMS Á Trapputrønni Boks 379 FO 100 Tórshavn Ella á mail: fo101sm@tiger-stores.fo

Meira fast at vita um starvið við at ringja og spyrja eftir Kristiannu á Túgvu, tlf. 501010 Umsóknarfreistin er 31. januar 2018 Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Líknandi størv

Fleiri størv