Lærupláss á Bústøðum

Bústaðir
Útgivið
28. juni 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
vonbjort@bustadir.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

KOM Í SKRIVSTOVULÆRU

Hjá Bústøðum er eitt spennandi lærupláss sum skrivstovunæmingur innan fyrisiting leyst at søkja. 

 

SKRIVSTOVUNÆMINGUR

Sum skrivstovunæmingur fært tú frálæru í málsviðgerð, debitorstýring, bókhaldi og roknskapi. Hjá Bústøðum kemur tú harumframt at fáast við uppgávur í sambandi við útleigan av íbúðum, og vil tú tí eisini fáa innlit í fyrisiting av íbúðum og arbeiði við íbúðaverkætlanum.

 

UM TEG
Vit hugsa okkum, at tú hevur viðkomandi miðnámsskúlaprógv. Tú dugir væl føroyskt, hevur áhuga og førleikar innan búskap og KT, tú ert ágrýtin, dámar avbjóðingar og hevur eitt jaligt lyndi.

VIT BJÓÐA TÆR
Eitt lærupláss, har tú fært útbúgving í fyrisiting, og har tú verður partur av einum starvsfólkatoymi við sera fjøltáttaðum skrivstovuuppgávum.

Útbúgvingartíðin er vanliga 2 ár fyri næmingar við HH-prógvi, 2½ ár fyri næmingar við students-, HIF-, HT- ella HF-prógvi og 3 ár fyri næmingar við FHS-prógvi.

Tú fært løn eftir lønar- og setanarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Arbeiðsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni hjá Bústøðum, Yviri við Strond 6, Tórshavn.

Læruplássið verður væntandi sett í august.

 

UMSÓKNARFREIST

Freistin at senda umsókn við CV og øðrum viðkomandi skjølum er hósdagin 12. juli 2018.Setanarsamrøður kunnu væntast at verða í viku 29.

Hevur tú spurningar um læruplássið, kanst tú venda tær til Vónbjørt Svabo á telefon 401000 ella við telduposti til vonbjort(at)bustadir.fo.

 

Bústaðir er alment bústaðafelag, ið fíggjar, umsitur og rekur leigubústaðir. Sum alment bústaðafelag tryggja vit, at skipað viðurskifti eru á leigu- og lutaíbúðamarknaðinum, at dygdin á bústøðunum er í lagi, og at umvælingar- og fíggjarkarmar eru hóskandi. Bústaðir hava í dag 256 leiguíbúðir kring alt landið, og fleiri enn 300 aðrar eru í gerð ella ávegis. Hjá Bústøðum eru 19 starvsfólk. Sí meira um Bústaðir á heimasíðu okkara bustadir.fo.

Fleiri størv