Lærupláss á Bústøðum

Bústaðir Útgivið: 1. december 2017

Lýsing

KOM OG LÆR TIL HÚSAVØRÐ

Nú hevur tú møguleika at læra til húsavørð í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð hendan spennandi útbúgvingin verður boðin út. Bústaðir hevur í dag 253 leiguíbúðir, 70 verða í løtuni bygdar, og aðrar 200 eru ávegis. Stóra talið av leiguíbúðum ger, at okkum tørvar fleiri hendur.

HÚSAVØRÐUR
Húsavørðirnir eru andlit og hendur hjá Bústøðum úteftir og hava nógv samskifti við aðrar handverkarar og okkara leigarar. Húsavørðirnir gera vanligar ábøtur og smærri umvælingar av bygningum og íbúðum. Tá størri umvæl­ ingar verða gjørdar, samskipa húsavørðirnir hetta við aðrar handverkarar.

Húsavørðirnir gera inn­ og útflytingarsýn í samband við flyting. Harumframt hava húsavørðirnir umsjón við øllum okkara bygningum, taka sær av øllum tekniskum installa­ tiónum og røkta grøn øki og tún.
Sum lærlingur verður tú partur av einum húsavarðatoymi og kemur at luttaka í øllum arbeiðsuppgávunum.

UM TEG
Vit ímynda okkum, at tú ert fryntlig/ur og álítandi, hevur gott handalag og trívist við at hava nógv um oyruni. Eisini hevur tú tev og áhuga fyri handaligum uppgávum, teknisk­ um skipanum og hug at læra um tænastu, umsiting og viðlíkahald. Tú hevur góðar telduførleikar, fólkaskúlaprógv og koyrikort.

VIT BJÓÐA TÆR
Eitt lærupláss har tú m.a. lærir um viðlíkahald av bygning­ um og hita­ og ventilatiónsskipanum. Um røkt av grønum økjum og túnum. Harumframt verður dentur lagdur á, at tú lærir at leggja arbeiðir til rættis á besta hátt, bæði við atliti til tíðarætlanir og fíggjarlig viðurskifti.

Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir og verður býtt millum læru­ tíð á Bústøðum og uppihald á skúla í Danmark. Ynskiligt er, at tú byrjar til várs. Løn sambært avvarðandi sáttmála.

UMSÓKNARFREIST
Freistin at søkja er fríggjadagin, 5. januar 2018. Nærri kunning um læruplássið er á heimasíðu okkara
www.bustadir.fo.

Hevur tú spurningar, kannst tú venda tær til Steingrím B. Funding, á telefon 261048.

 

Bústaðir virka fyri at gera føroyska bústaðamarknaðin meiri fjøltáttaðan. 18 starvsfólk arbeiða í felagnum og hava nógvar og ymiskar arbeiðsuppgávur.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Fleiri størv