Landshandilin søkir goymslufólk

Landshandilin
Útgivið
7. marts 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
ingvard@landshandilin.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Landshandilin sóknast eftir einum goymslufólki at byrja skjótast gjørligt.

Talan er um fulltíðarstarv.

Landshandilin er ein landsdekkandi heilsøla, ið serliga fæst vid sølu og marknaðarføring av keks, góðgæti og drekkivørum.

 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðið fevnir um

  • Goymslu arbeiði
  • Avgreiða ordrar
  • Vørumóttøka
  • Yvirskipað goymslustýring
  • Avgreiða kundar

Hóast tað er goymsluarbeiðið og fer fram úti á goymsluni, so hevur eitt goymslufólk í Landshandilinum tætt samstarv bæði við sølulið og skrivstovufólk í ymsum viðurskiftum.

 

Vit vænta av tær

  • Tú hevur góðar førleikar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Tú ert ein jaligur viðleikari á starvsplássinum, sum er lættur at samstarva við
  • Tú ert røkin
  • Tú gongur høgt uppí at halda struktur og gott skil á goymsluni sum heild
  • Bil-koyrikort og trukk-koyrikort (um tú ikki hevur tað seinna, so verður hetta fingið í lag, tá tú byrjar)

Royndir innan økið er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

 

Starvs- og lønarviðurskiftir

Sambært nærri avtalu.

 

Umsókn og freist

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ingvard Vang, heilsøluleiðara, á tlf. +298 221385 ella á ingvard@landshandilin.fo

Umsóknarfreistin er 31. mars

Líknandi størv

Fleiri størv