Løgfrøðingur í Løgtinginum

Løgtingi
Útgivið
1. juli 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Contact
logting@logting.fo
City
Tórshavn

Lýsing

Í sambandi við, at Løgtingið ynskir at styrkja um løgfrøðiliga arbeiðið í tinginum, er eitt nýtt fulltrúastarv sum løgfrøðingur í Løgtinginum leyst at søkja til setan frá 1. oktober 2019.

Uppgávurnar fevna m.a. um:

  • at vera nevndarskrivari í rættarnevndini, løgfrøðiligur ráðgevi hjá fíggjarnevndini umframt møguligum øðrum nevndum
  • at vera løgfrøðiligur ráðgevi hjá flokkum og tingmonnum í sambandi við lóggávuarbeiði
  • at luttaka í vanligari málsviðgerð og umsitingarligum uppgávum

Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum til tíðir er rættiliga krevjandi, og har nógv er at gera og at halda skil á. Tann, sum settur verður, skal hava útbúgving sum løgfrøðingur (Cand.jur.), hava góðan kunnleika til føroyskt mál, áhuga fyri at arbeiða í politisku skipanini og góðan kunnleika til nýtslu av teldu.

Starvið verður lønt samsvarandi sáttmálanum millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir saman við prógvum o.ø. skulu vera Løgtinginum í hendi í seinasta lagi 5. august 2019, kl. 12. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til logting@logting.fo ella við vanligum brævi til Løgtingið, Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra á tlf. 520294 ella til Rannvá Sólheim, ráðgeva á tlf. 277743.