Løgfrøðingur til Føroya Kærustovn

Føroya Kærustovnur
Útgivið
8. maj 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
ah@fks.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Vit sóknast eftir løgfrøðingi at byrja 1. juni 2019 ella eftir nærri avtalu.

Um okkum
Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá níggju kærunevndum, umframt Høvuðsbarnaverndarnevndini og Skuldarumskipanarnevndini. Okkara arbeiði fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsøki er breitt, so møguleiki verður fyri at royna seg á ymsum økjum.

Um teg

  • Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur.
  • Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlægni.
  • Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur.
  • Tú dugir væl føroyskt í skrift eins og í talu.

 

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv.
  • Góðar møguleikar fyri fakligari menning, har løgfrøðiliga ábyrgdarøkið er stórt og starvsfelagirnir eru dugnaligir.
  • Spennandi avbjóðingar, har tú ert við til at taka stórar, týdningarmiklar og stundum truplar løgfrøðiligar avgerðir.
  • Eitt arbeiðspláss, ið hevur ein lyklaleiklut í mun til at tryggja rættartrygdina hjá einstaka borgarunum.
  • Løn sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.

 

Meiri at vita
Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.fks.fo. Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anju Hovgaard, stjóra á tlf. 280585.

 

Umsóknir
Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til
&nbsp
Føroya Kærustovn
Postrúm 45
110 Tórshavn
og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. mai 2019. Møguligt er eisini at senda umsóknina til ah@fks.fo

Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmansskrivstovuni. Stovnurin fyrireikar kærumál til Kærunevndina í almanna- familju- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndina, Kærunevndina hjá Studna, Kærunevndina í Lendismálum, Vinnukærunevndina, Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina, Fjølmiðlanevndina, Kærunevndina hjá Barsilsskipanini og Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini. Harumframt er Kærustovnurin skrivstova hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini og Skuldarumskipanarnevndini. Á stovninum starvast í løtuni 11 fólk, stjórin, seks løgfrøðingar og fýra skrivstovufólk.

Líknandi størv