Málsviðgeri til Sjóvinnustýrið

Sjóvinnustýrið
Útgivið
17. oktober 2019
Staður
France
Starvsstaður
Contact
fma@fma.fo
City
Tórshavn

Lýsing

Spennandi starv sum málsviðgeri innan manning á Sjóvinnustýrinum er leyst at søkja.

Vit bjóða:
Eitt fjølbroytt starv, har tú dagliga kemur í samband við sjófólk og samstarvsfelagar bæði í Føroyum og úti í heimi. Tú lærir at arbeiða sambært galdandi lógum og reglum á sjóøkinum og fært eina servitan um manningar- og sjóvinnuøkið. Tú fært eisini í ávísan mun møguleika at ávirka starvsinnihaldið sjálv/ur.

Um starvið:
Grundað á, at starvið inniber regluligt samstarv við útlendskar myndugleikar er umráðandi, at tú hevur góðar málsligar førleikar í skrift og talu, bæði í føroyskum, norðurlendskum og enskum. Málsviðgerðin er tengd at lógarteksti, og tí krevst at tú hevur skil og áhuga fyri lógarteksti. Arbeiðið kann til tíðir vera fløkt og krevur, at tú ert væl skipað/ur, hevur gott yvirlit, og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn.

 

Tínar uppgávur verða í høvuðsheitum:

  • málsviðgerð av umsóknum um vinnubrøv
  • málsviðgerð av umsóknum um loðsprógv og loðsfrítøkuskjøl
  • málsviðgerð av umsóknum um viðurkenningarprógv

Tó skalt tú vera til reiðar at traðka til, um tørvur er á tí á øðrum arbeiðsøkjum á deildini/stovninum.

 

Útbúgvingar- og førleikakrøv:

  • Útbúgving innan skrivstovuyrkið ella samsvarandi útbúgving
    Hollar praktiskar royndir og royndir innan almenna umsiting eru ein fyrimunir

 

Persónligir førleikar:
Til starvið krevst:

  • góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
  • góðan telduførleika, hava gott hegni at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • góð evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • góð samstarvsevni
  • tola trýst
  • tora at taka avgerðir
  • jaligan hugburð

 

Setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Tænastustaðurin er í løtuni í Tórshavn.Starvið verður sett sum skjótast.

Umsóknir
Umsóknir, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi 28. oktober 2019 kl. 12.00.

Fyrispurningar um starvið kunnu setast Súsonnu Dal Jákupsdóttir á tlf. 355600.

Umsóknir skulu sendast til: fma@fma.fo

 

Sjóvinnustýrið er ein stovnur undir Vinnu- og umhvørvismálaráðnum. Ábyrgdarøkið hjá stovninum hevur útgangsstøði í sjóvinnuni og rammunum fyri hesi vinnu. Hetta fevnir um sjóvinnupolitikk og lóggávu, eftirlit við bygging av føroyskum skipum og hvussu hesi eru gjørd út, áseting um manning, at tryggja arbeiðsumhvørvið umborð á skipum, umhvørvisvernd og skráseting í Føroya Skipaskrá og Føroya Altjóða Skipaskrá.

Høvuðsendamálið hjá Sjóvinnustýrinum er at fyribyrgja óhapp og tryggja høgt trygdarstøði fyri før undir føroyskum flaggi og manning teirra, eins og Sjóvinnustýrið umsitur og mennir altjóða skipaskránna FAS.

Líknandi størv