Maskinførarar til norðurøkið hjá Landsverki

Landsverk
Útgivið
6. februar 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
arja@lv.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Landsverk sóknast eftir tveimum dugnaligum og álítandi maskinførarum til norðurøkið at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:
- viðlíkahald av landsvegum
- vetrarhald
- aðrar fyrifallandi uppgávur 

Førleikakrøv
Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið og vera førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávum.

Sum persónur vænta vit, at tú er ágrýtin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Vit vænta, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugnaligur og vælskipaður. Harumframt skalt tú dáma at arbeiða sjálvstøðugt og vera ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

Setanarviðurskifti 
Starvið er tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Arbeiðsøkið fevnir um alt norðurøkið, tó verður tín arbeiðsstaður á Lambareiði ella í Hvannasundi.

Í sambandi við vetrarhaldið og kavarudding kann roknast við, at arbeiðsdagurin byrjar kl. 05:00 á morgni á Norðurøkinum.

Tað kann eisini koma fyri, at tú skal loysa uppgávur aðra staðni í landinum.

Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði. Hetta ger seg serliga galdandi í vetrarhálvuni.

Umsóknir
Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi 20. februar 2018.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árna Jacobsen, økisleiðara, á tlf. 290 920 ella teldupost: arja@lv.fo.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv