Maskinførari og fólk at leggja leiðingar v.m.

Jóan Petur Vang P/F
Útgivið
7. august 2019
Staður
Faroe Islands
Samskifti
jpv@olivant.fo
Bý-/ bygd
Oyrarbakki

Lýsing

Vit søkja eftir einum maskinførara og einum fólki at leggja leiðingar og annað, til okkara byggifyritøku.

Vit ynskja ein, sum kann arbeiða sjálvstøðugt og kann átaka sær aðrar uppgávur um neyðugt.

Fyrimunur er, um tú hevur royndir, sum maskinførari og við jørð- og kloakkarbeiði.

Vit hava útvið 30 fólk í starvi í byggifyritøku okkara, við 20 ára royndum, og gera nógv fjølbreitt arbeiði innan bygging, jørð- og lendisarbeiði.

Vit hava fleiri spennandi byggiverkætlanir fyri framman.

Løn og setanartreytir eftir avtalu.

Spurningar um starvið, kunnu stílast til teldupost jpv@olivant.fo ella við ringja til Jóan Petur Vang, stjóra, á tlf. 225101

Umsøknarfreistin er 28. august kl. 12.00

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv