Maskinsmiðjulærlingur til Smiðjuna í Kollafirði

Landsverk
Útgivið
27. juni 2018
Staður
Faroe Islands
Samskifti
mabe@lv.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Landsverk søkir hervið eftir einum dugnaligum og álítandi maskinsmiðjulærlingi til maskinmiðstøðina í Kollafirði at byrja eftir summarfrítíðina.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um viðlíkahald og umvæling av bilum, entreprenørmaskinum o.ø. hjá stovninum. Tú verður upplærdur av einum dugnaligum toymi innan fyri fakið.

Førleikakrøv
Tað er ein treyt, at tú hevur lokið fólkaskúlan, og at tú hevur vanligt koyrikort. Harafturat er tað ein fyrimunur at hava  starvsroyndir innan hetta økið.

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, fakliga dugnalig/-ur og vælskipað/-ur. Uppgávurnar eru avbjóðandi, nógvar og ymiskar, og tí er neyðugt at megna at hava nógvar bóltar í luftini í senn.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávum.

Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars eru sambært lærlingasáttmálanum millum Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkanna og Føroya Arbeiðsgevarafelag/ Føroya Handverksmeistarafelag. Lærutíðin er 4 ár og endar við eini sveinaroynd. Øll lærutíðin er í Føroyum við skúlaskeiðum kring lærutíðina.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. juli 2018.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Magna Berg, smiðjuformann, á tel. 290 751 ella umvegis teldupost : mabe@lv.fo.

Fleiri størv