Mentanar- og ungdómsleiðari


Útgivið
11. november 2019

Lýsing

Skriva út

Mentanar- og ungdómsleiðari

Vestmanna kommuna leitar eftir ágrýtnum mentanar- og ungdómsleiðara.

Trivnaðurin hjá okkara borgarum hevur høga raðfesting, tí leita vit eftir tær, sum hevur víðskygni, evni og hug at menna mentanar- og ungdómsøki í kommununi.

Hetta er eitt spennandi starv, har tú fært høvi at seta tín egna dám á tín arbeiðsdag og menna títt arbeiðsøki.

Starvið er tvíbýtt, har tú arbeiðir hálva tíð í dagtímunum sum mentanarleiðari og hálva tíð um kvøldið sum leiðari av Staðnum.

Vit ímynda okkum, at tú ert skapandi, nýhugsandi, tolin og sjálvstøðug/-ur. Tú megnar at síggja skipan og dygdir í tí óskipaða og kanst rúma ymiskleikan, ið skal til, fyri at vit fáa eitt livandi mentanar- og ungdómsumhvørvi.

Høvuðsuppgávur

  • Leiðari av Ungdómshúsinum Staðið, við ábyrgd av dagliga rakstrinum og fyriskipan av tiltøkum í samráð við tey ungu.
  • At fyriskipa, kunna um og taka lut í kommunalum tiltøkum, herundir eisini at skipa fyri og menna nýggj tiltø
  • At samskipa virksemið á Bryggjuni.
  • At fyriskipa framleiðslu av kunningartilfari fyri kommununa.

Tú skalt hava góðar mál- og telduførleikar og tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan mentanar- ella ungdómsarbeiði.

Lønarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Setanarøkið er Vestmanna Kommuna og setanarstaður er kommunala fyrisitingin.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Paula T. Petersen, borgarstjóra, á telefon 770 107 ella teldupost pauli@vestmanna.fo

Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skal vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. november 2019 kl. 12:00.

Starvið verður sett skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu.

Vestmanna kommuna

Bakkavegur 8

Postboks 91

355  Vestmanna

vestmanna@vestmanna.fo