Microsoft Dynamics NAV Virkisráðgevi

NAV2DAY Útgivið: 7. november 2017

Lýsing

Ert tú Microsoft Dynamics NAV virkisráðgevi ella hevur tú arbeitt á búskapardeild, við hollum kunnleika til Microsoft Dynamics NAV, og kundi tú hugsað tær at gerast partur av einum sterkum toymi í einari spennandi fyritøku í vøkstri?

Hjá NAV2DAY arbeiða vit miðvíst við at skapa eitt av bestu arbeiðsplássunum innan Microsoft Dynamics NAV í landinum. Vit skunda okkum ikki við at gerast tað størsta, men við at byggja ein vælriknan og vælvirkandi Microsoft Dynamics NAV partnara grundaðan á m.a. dugnalig og kundaáhugaði starvsfólk, sum brenna fyri at gera mun hvønn tann einasta dag.

Tú verður partur av einum serstakliga dugnaligum og royndum toymi, sum setur samstarvi við bæði kundar og starvsfelagar allar ovast á dagsskránna í gerandisdegnum.

Tín gerandisdagur verður hesin

At veita tænastu til verandi føroyskar og altjóða Microsoft Dynamics NAV kundar, og tú skalt eisini megna at taka grundleggjandi loysnarábyrgdina fyri teir mongu nýggju kundarnar, sum velja NAV2DAY, sum teirra framtíðar samstarvspartnara.

Vit hava brúk fyri einum ráðgeva við hollum royndum innan økini búskap, sølu, keyp, goymslu v.m. í Microsoft Dynamics NAV fíggjarstýrings loysnini.

Vit vænta okkum

At tú sum starvsfólk hjá NAV2DAY brennir fyri at taka ábyrgd og vera við til at skapa eitt gott sosialt og fakligt umhvørvi í mun til bæði kundar og starvsfelagar.

  • At tú hevur hollar praktiskar royndir við búskaparstýring á kundasíðuni er ein fyrimunur.
  • Royndir innan Microsoft Dynamics NAV fíggjarstýrings loysnina.

Vit bjóða

Smidlig og serstakliga freistandi setanarviðurskifti í einari spennandi og livandi fyritøku í vøkstri. Møguleika fyri at seta dám á innihaldið í tínum egnum gerandisdegi og eisini møguleika at menna egnar fakligar førleikar í einum góðum fakligum og sosialum umhvørvi, har arbeitt verður saman sum eitt toymi.

Ljóðar hetta áhugavert – og kundi tú hugsa tær at gerast ein partur av NAV2DAY og okkara sterka toymi – so drála ikki við at seta teg í samband við Tom Vinther á tlf. +298 205000, ella send okkum eina umsókn til tv@nav2day.com

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði

Umsóknarfreist er 30. nov.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv