Námsfrøðiligir stuðlar til Fuglafjarðar skúla

Fuglafjarðar Skúli
Útgivið
6. juni 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
fug@skulin.fo
Bý-/ bygd
Fuglafjørður

Lýsing

Námsfrøðilig stuðulsstørv lýst leys at søkja frá 1. August 2018:

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðiligum stuðlum í føst størv. Lønarbrotið er 0,58, ið svarar til 1034 árstímar fyri hvørt starvið.

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðlum, sum 

  • sýna jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum, eru fyrikomandi, duga at samstarva og vilja vera við at menna skúlan.
  • skipa skúlagongdina við atliti at fortreytum hjá einstaka næminginum.
  • veita persónligan og praktiskan stuðul, sum kann hjálpa næminginum í gerandisdegnum í sambandi við skúlagongdina.

Okkum tørvar námsfrøðiligar stuðlar, ið kunnu arbeiða við næmingum við ymiskum serligum tørvum. Arbeiðið fevnir um stuðul til næmingar í øllum aldursbólkum. Arbeitt verður í flokkum, smærri bólkum og ein til ein.

Førleikakrøv

Útbúgving sum námsfrøðingur.

Royndir innan serøkið er ein fyrimunur.

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 11-20, og frá 1. oktober 2018 í lønarflokki 11-21.

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 19. juni kl 15.00. Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tel. 743082.  Eisini ber til at senda teldupost til fug@skulin.fo

 

Fuglafjarðar skúli hevur næsta skúlaár uml. 260 næmingar í 1 .- 10. flokki.

Á skúlanum starvast 25 lærarar, 1 skrivstovufólk, 1 húsavørður og 2 námsfrøðiligir stuðlar.

Fleiri størv