Námsfrøðingar og hjálparfólk til Barnagarðin á Sandi

Barnagarðurin á Sandi
Útgivið
8. januar 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
teigar@olivant.fo
Bý-/ bygd
Sandur

Lýsing

Barnagarðurin á Sandi søkir eftir:

  • 1 námsfrøðing 30 tímar pr viku, at seta frá 01.02.19 til 31.12.19 (uppnormering á eini stovu)
  • 1 námsfrøðing 30 tímar pr viku, at seta frá 01.02.19 til 31.07.19
  • 1 hjálparfólk 25 tímar pr viku, at seta frá 01.02.19 til 31.07.19

(Um so er, at eingin námsfrøðingur søkjur, verður starvið sett við skikkaðum hjálparfólki)

Okkum tørvar starvsfólk, sum vilja arbeiða miðvíst við okkara námsætlan, sum eru áhugaði í at arbeiða við verkætlanum og at skapa eitt mennandi læringsumhvørvi fyri børnini.

 

Vit vanta av tær:

  • At tú er jalig og dámar at vera saman við børnum
  • At tú er fakliga áhugaður
  • At tú er opin fyri nýhugsan og broytingum
  • At tú kann arbeiða sjálvstøðugt
  • At tú hevur góðar samstarvsførleikar

 

Tað vit kunnu bjóða tær, er millum annað:

  • ein vælvirkandi starvsfólkabólk og stovn
  • upplivingar og útfordringar frá og við børninum, starvsfólki og foreldrum og nógv aftrat.

 

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 06.15 og 17.00.

Tú fært nærri upplýsingar um starvið, um tú vendir tær til Petrinu Nolsøe, leiðara á tlf. 212751 ella teldupost teigar@olivant.fo

Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum, skal sendast til Barnagarðin á Sandi, teldupost teigar@olivant.fo

Umsóknarfreistin er úti 24.01.18. Allir umsøkjarar fáa svar umvegis teldupost.

Líknandi størv