Námsfrøðingar til Umlættingarheimið Dáin

Dáin
Útgivið
27. april 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
dain@av.fo
Bý-/ bygd
Klaksvík

Lýsing

Umlættingarheimið Dáin søkir eftir 2 námsfrøðingum til dag- og døgnumlætting at byrja ávikavist 1. Juni og 1. Juli 2018, ella eftir nærri avtalu.

Talan er um føst størv á 30 tímar um vikuna.

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, dag- kvøld- náttar- og vikuskiftisvaktir.

Dáin er ein samdøgurstovnur, har børn, ung, vaksin og eldri menningartarnað koma til umlætting í styttri ella longri tíðarskeið. Talan er um bæði skipaða umlætting, har ávísir bólkar eru, og umlætting har fleiri aldursbólkar eru umboðaðir samstundis.

Dagumlættingin hevur opið gerandisdagar eftir skúlatíð til kl. 17.00.

Vit leggja dent á, at geva øllum borgarum eina góða, trygga og innihaldsríka uppliving, har møguleiki er fyri menning og at knýta vinarbond.

Vit kunnu bjóða:

  • Ein stovn í menning, har tú fært møguleika at seta tín dám á dagin
  • At starvfólk fáa fakliga menning
  • Eitt lívsjáttandi starv saman við menniskjum, har tú fært møguleika at gera ein mun

Vit vænta, at tú:

  • Ert opin, fyrikomandi, nærverandi og rúmar ymiskleikum
  • Sært møguleikar og avbjóðingar fram um mørk
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Hugsar um menning hjá hvørjum einstøkum menniskja
  • Ert sterk/ur í at samskifta og leggur dent á gott samstarv
  • Hevur koyrikort til persónbil
  • Hevur KT-førleika á brúkarastøði

Setunar- og lønarviðurskiftir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Flokkingin er frá stig 11 – 19.

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum kann sendast okkum umvegis teldupost dain@av.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagið 18.05.2018.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Joan Midjord, leiðara á tlf. 297750, ella Vinni Lilaa, varaleiðara á tlf. 457185 og 457187, gerandisdagar, kl. 10.00 – 16.00.

Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Umlættingarheimið Dáin
Mýrivegur 11
FO-700 Klaksvík

Fleiri størv