Námsfrøðingur til vøggustovu

Stella Maris Útgivið: 29. september 2017
Staður
Føroyar
Starvsstaður
Samskifti
torahj@torshavn.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Námsfrøðingur til Vøggustovuna Stella Maris í Havn.

Til tí søguliga elstu vøggustovuna, Stella Maris í Havn, sóknast vit eftir einum virknum, opnum og pedagogiskt tilvitaðum námsfrøðingi og avloysara.

Arbeiðsuppgávur
Sum námsfrøðingur kemur tú, at arbeiða við, at geva børnunum ávirkan í teirra gerandisdegi eins og tú verður við til, at samantvinna núverandi og komandi námfrøðiliga tilboðið, sum skal virka í húsinum.

Av tí at miðbýðurin er okkara nærmasti granni er tað ein fyrimunur, um tú í gerandisdegnum dugir, at brúka og síggja teir møguleikar, sum miðbýðurin hevur at bjóða uppá, hetta sum eitt námsfrøðiligt amboð.

Førleikar
Fyri okkum er tað umráðandi, at tú er fakliga væl grunda og kann reflektera yvir títt námsfrøðiliga arbeiði og fremja tað í verki.

Vit vænta av tær, at tú ert ágrýtin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt, eins og gevur títt íkast til eitt gott arbeiðsumhvørvið, sum viðvíkur bæði børnunum og vaksnum.

Vit bjóða
Fyri rætta viðkomandi, bjóða vit eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú í roynd og veru fært brúkt tína námsfrøðiligu útbúgving saman við støðugum, arbeiðssomum, og royndum starvfólkið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóru Højgaard Joensen, stovnsleiðara, á telefon 271055.

Fleiri størv