Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
30. juni 2023
Útgongur
11. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Nú hevur tú møguleika at gerast partur av starvsfólkahópinum í Blákolluni, tí vit søkja eftir einum ágrýtnum og jaligum námsfrøðingi ella hjálparfólki at byrja 7. august 2023 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast starv á 30 tímar sum námsfrøðingur í vøggustovu við 12 børnum. Ella eitt hjálparfólk í tíðaravmarkað starv á 30 tímar.

Vit arbeiða við námsfrøðiliga amboðnum Betri vinir, sum ger tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing við støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi. Hetta er sostatt eitt gylt høvi hjá tær at nema tær vitan um verkætlanina hjá Barnabata, Betri vini. Tú kemur at ganga á odda við at fáa hetta arbeiðsamboð sjónligt í arbeiðsdegnum og somuleiðis virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur.

Blákollan bjóðar tær

  • Ein stovn, har tú kanst seta tín dám á gerandisdagin
  • 48 fitt børn, ið fegin vilja vera kreativ saman við tær
  • Ein góðan starvsfólkahóp og virkið foreldraráð
  • Ein stovn ið arbeiður við Betri vinum
  • Ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum, umframt tíð til fyrireiking
  • Ein stovn, ið arbeiðir út frá eini menningarætlan , ið kann verða vegleiðandi og stimbrandi fyri teir ymsu aldursbólkarnar

Vit vænta av tær

  • At tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
  • At tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • At tú ert sjálvstøðug/ur og hevur yvirlit
  • At tú kanst menna og stimbra børnini í teirra gerandisdegi
  • At tú ert fleksibul
  • At tú ert nærverandi, vísir áhuga og góðan hugburð til arbeiðið
  • At tær dámar at vera úti og brúka náttúruna sum ein part av arbeiðinum

Tað hevur stóran týdning, at tú sum starvsfólk tolir broytingar, ið koma fyri á stovninum.

Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um 1 størv sum námsfrøðingur á 30 tímar. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um so er, at námsfrøðingur ikki søkjur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Ljóðar hetta sum naka fyri teg, og vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Susan Hansen, leiðara á tlf. 22 92 74

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 11. juli 2023

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Námsfrøðingur til Blákolluna

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið