Námsfrøðingur/Varaleiðari til frítíðarskúla

Dagstovnurin við Stórá
Útgivið
12. marts 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
fritansing@runavik.fo
Bý-/ bygd
Saltangará

Lýsing

Søkt verður eftir námsfrøðingi/varaleiðara til Frítíðarskúlan við Stórá at byrja 02.04.2018, ella so skjótt sum tilberð.

Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Á stovninum ganga 87 frítíðarskúlabørn.

  • Starvið er 25 tímar um vikuna og verður sett á stovnin, har arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.00 - 17.00, og tá skúlin hevur frí ímillum kl 7.30-17.00
  • Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya á lønarstigi 11-20, pluss 2 lønarstig
  • Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv, tó ikki sum virkandi varðaleiðari.

 

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Er áhugaður at arbeiða við børnum í aldrinum 6 - 9 ár
  • Er íðin, nærlagdur og álítandi
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Hevur umsorgan og virðing fyri børnunum og vaksnum
  • Dugur at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi, og kveikjandi upplivingum og spennandi avbjóðandi tilboðum til hendan barnabólk í einum tryggum og góðum umhvørvi.

 

Umsóknir og umsóknarfreist

Søk á netinum á www.runavik.fo innan 26.03.2018

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Sonju Olsen leiðara tlf 216630.

Líknandi størv

Fleiri størv