Náttúruvísindafólk ella verkfrøðingur

Fiskaaling
Útgivið
24. marts 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
gunnvor@fiskaaling.fo
Bý-/ bygd
Hvalvík

Lýsing

Fiskaaling søkir eftir avloysara frá 1. juni 2018 og fyribils eitt ár fram.

Tú kemur at starvast á tøkni- og umhvørvisdeildini, sum arbeiðir við fleiri áhugaverdum granskingarverkætlanum og tænastum til vinnuna. Ein týðandi partur av okkara virksemi er at kanna streym og alduviðurksifti á føroysku firðunum, umframt at kanna hvussu aliútgerð háttar sær á harðbalnum økjum. Í hesum sambandi verður nógv data framleitt, ið skal góðskutryggjast, viðgerðast og mennast til vitan.

 

Arbeiðsøki

Tann tú avloysir hevur millum annað viðgjørt data, skrivað frágreiðingar og luttikið í ymiskum mátingum á sjónum. Í aðrar mátar kemur arbeiðsdagurin at myndast av tínum førleikum og áhugum í samstarvi við restina av deildini, ið telur 9 fólk.

Møguleiki er eisini fyri, at menna og seta í verk nýggjar verkætlanir.

 

Førleikar

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum, álítandi og sjálvstøðugum persóni við góðum samstarvsevnum. Fyrimunur er, um umsøkjarin hevur onkrar av niðanfyristandandi førleikum:

  • Viðkomandi útbúgving so sum verkfrøði ella náttúruvísindi
  • Royndir við Python/R/Matlab ella líknandi forriti
  • Áhuga fyri at menna vitan
  • Samskifti í skrift og talu á føroyskum og enskum

Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv í eitt ár, tó er møguleiki fyri framhaldandi setan. Roknast kann við úrtíðararbeiði. Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Umsóknir

Umsókn við prógvum, arbeiðsroyndum og øðrum viðkomandi tilfari kann sendast til gunnvor@fiskaaling.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. apríl 2018.

Nærri upplýsingar um starvi fáast við at venda sær til Gunnvør á Norði, deildarleiðara á tlf 774735

Líknandi størv

Fleiri størv