Námsfrøðingar og hjálparfólk til Vøggustovuna Stella Maris


Útgivið
2. december 2019
Bólkur

Lýsing

Skriva út

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Vøggustovuna Stella Maris

Tórshavnar kommuna sóknast vegna vøggustovuna Stella Maris eftir tveimum námsfrøðingum, 30-35 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber. 
 
Um námsfrøðingar ikki søkja verða roynd hjálparfólk sett.
 
Eisini verður søkt eftir hjálparfólki at arbeiða 25-30 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber.
 
Brennur tú fyri, at arbeiða við teimum yngstu børnunum og ynskir tú, at vera partur av einari væl umtóktari vøggustovu, har tú eisini verður við til at byggja upp og dagføra ein gamlan stovn, so hevur tú møguleika at søkja hetta starvið nú.
Vit hava ein spennandi stovn við nógvum pedagogiskum virksemi, sum tekur støðið í teimum 0-3 ára gomlu.
 
LÝSING AV VØGGUSTOVUNI 
  • Vit geva børnunum møguleika at vera i ró
  • Vit geva børnunum møguleika at hugsavna seg
  • Vit geva børnunum møguleika at ávirka sín gerandisdag
  • Vit eru í rørslu, eru skapandi og nógv úti saman við børnunum
  • Vit hava eina spennandi og skipaða viku
  • Vit geva børnunum spennandi og mennandi avbjóðingar
  • Vit eru í góðum sambandi við børnini og samráða við tey
  • Vit hava gott foreldrasamstarv
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
 
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Charlottu á Váli Olsen, á telefon 528899. Tit eru eisini vælkomin at hyggja inn á Facebook vanga okkara „Vøggustovan Stella Maris“. 
 
UMSÓKN
Ert tú tann vit leita eftir, skriva so eina umsókn og send hana til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi hósdagin 12. desember 2019.