Námsfrøðingar til dagstovnin Stropan á Kambsdali


Útgivið
16. oktober 2019
Bólkur

Lýsing

Skriva út

Námsfrøðingar til dagstovnin Stropan á Kambsdali

Hevur tú hug at arbeiða við at fyribyrgja happing?

Kundi tú hugsa tær at arbeitt miðvíst við motoriskari sansastimbran?

Vegna økt barnatal sóknast vit eftir námsfrøðingum, ið vilja vera við í okkara menningararbeiði og sum ynskja at starvast í einum umhvørvi, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á okkara frálíka stovn við óteljandi møguleikum.

Stropin er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í september 2012, fyri børn úr 0-6 ára aldur.
Stovnurin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og uttandurða, har áhugamálini og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.

Vit sóknast eftir:

Námsfrøðingum, ið kunnu arbeiða sjálvstøðugir, tola broytingar, eru ja-ligir, duga at samstarva, taka ábyrgd og duga at seta sær mál eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.

Størvini eru 35-40 tímar viku ætlað námsfrøðingum. Grunda á, at vit nýta ársverk, er tímatalið 32,5 - 37,5 um vikuna. Afturat dagliga arbeiðinum á stovninum, eru fundir og fyrireiking eftir vanliga
arbeiðstíð, talt við í ársnormin, ið samanlagt telur 35-40 tíma viku.

Setanarviðurskifti:
Størvini vera sett mánadagin 18. november 2019 ella eftir nærri avtalu. Um ongir námsfrøðingar søkja, verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag kl. 07.15 – 17.00.

Skrivlig umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi:

mikudagin 30. oktober 2019 kl. 12.00

Fuglafjarðar kommuna
Ennivegur 38
Fo-530 Fuglafjørður
Ella info@fuglafjordur.fo

Meira fæst at vita um størvini og um stovnin við at venda sær til Annu Joensen, leiðara, á telefon 238041, ella stropin@fuglafjordur.fo.