Parttíðarstarv sum eftirlitsfólk í posttollinum

TAKS Útgivið: 7. august 2017

Lýsing

Sum eftirlitsfólk í posttollinum hevur tú eftirlit við postpakkum, sum koma til landið. Tú fyribyrgir eitt nú ólógligum innflutningi og kannar, um innihaldið í pakkunum samsvarar við innihaldslýsingar og fakturar.

Talan er um starv við brøkinum 0,6, og arbeitt verður í skiftandi vaktum gerandisdagar aðru hvørja viku fyrrapart (um klokkan 9-14) og seinnapart (um klokkan 15-20). Broytingar kunnu koma fyri í vaktarskipanini, og tí mást tú kunna tillaga teg. Lønin er eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønarflokki 3. Starvsstaðurin er fyribils á Óðinshædd í Havn.

Førleikakrøv 
Tú hevur helst yrkisútbúgving í skrivstovu. Gott, um tú hevur royndir við eftirlitsarbeiði og almennari umsiting, men hetta er ikki ein treyt. Tú arbeiðir skipað og miðvíst. Tú ert álítandi og vísir nærlagni og tænastusinni. Tú hevur áhuga fyri tollviðurskiftum og vilt førleikamenna teg á økinum, t.d. innan lógir, reglur og mannagongdir.

Meiri kunning
Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Jens Christian Olsen, tollleiðara, á jco@taks.fo ella á 352600. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Hug at søkja?
Tú søkir við at trýsta á "Søk starvið" niðanfyri. Til eina møguliga samrøðu hevur tú revsiváttan við.

Freistin at søkja er mánadagin 21. august 2017, klokkan 12.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Fleiri størv