
Frítíðarskúlan Spíran á Eiði
Lýsing
Vit søkja eftir einum pedagogi at starvast 30 tímar um vikuna.
Starvið verður sett skjótast gjørligt
Í Spíranum ganga 27. fitt børn.
Vit hava góðar umstøður bæði uttandura og innandura.
Okkara ynski er at:
- Tú hevur góð samstarvsevni
- Tú ert álítandi
- Tú hevur áræði at geva børnunum avbjóðingar í gerandisdegnum.
- Og dugir at taka børnini við at skipa sín gerandisdag.
- Tú vilt vera við til at mynda og menna okkara pedagogiska arbeiði
- Tú kann arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert nærverandi
- Tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við viðring og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum
- At hava tað stuttligt saman við børnum
- Teldukunnleika
Lønar- og setunarviðurskifti: Lønin er sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya kommunala arbeiðsgevarafelag .
Umsøknir:
Umsøknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 31 januar 2018 og sendast til Korndalsgarður, Foravegur 11, 470 Eiði ella á korndalsgardur@eidi.fo
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til stovnsleiðaran Jensinu Magnussen á tlf. 740410