Røktarstarvsfólkið til Heimatænastuna í Vágum

Heimatænastan í Vágum
Útgivið
19. januar 2020
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Contact
htv@htv.fo
City
Miðvágur

Lýsing

Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag
veitur tænastu til borgarar sum búgva í Sørvágs- og Vága Kommunu. Vit hava nógvar
spennandi uppgávur, og leita eftir starvsfeløgum sum ynskja at lyfta hesar uppgávur saman
við okkum.

Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við
Heimatænastuna, fáa skjóta og fakliga væl grundaða tænastu við atliti at heilsustimbran,
fyribyrging, røkt, viðgerð og endurvenjing.

Hvør starvsbólkar sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.

Okkum vænta heilsurøktarar og heilsuhjálparar til deildina á Uppistovu á Heiminum á Sýnini.

Førleikakrøv

  • Útbúgving, prógv og autorisatión sum heilsurøktari
  • Útbúgving, prógv sum heilsuhjálpari
  • Tú skal hava hug til at arbeiða innan eldrarøkt, og hava evnini at vera málrættað/ur og
    skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið og megna at geva títt uppbyggjandi íkast til eina
    broytingartilgongd, sum nýggja Heimatænastan í løtuni er í
  • Tú skal duga og tíma at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv
    og ábyrgd
  • Tú skal hava evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
  • Tú skal verða empatiskur í tínum samstarvi við borgarar og avvarðandi.

 

Hesi størv eru leys til setan:

  • 4 starvsfólkum til fast starv sum heilsurøktari, heilsuhjálpari á starvsbrøk 0,8 at byrja
    1. Mars 2020 ella eftir nærri avtalu

Um ikki skikkaðir umsøkjarar eru til størvini, tilskilar Heimatænastan sær at seta hjálparfólk
og verða tey tá sett í tíðaravmarkað starv í eitt ár.

 

Setanarviðurskifti
Størvini eru í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum
KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Starvið er skipað undir deildarleiðan á Uppistovuavvarðandi deild á Sýnini. Starvið er í
skiftandi vaktum.

Møguleiki er fyri lægri brøki.

 

Upplýsingar um størvini
Meira fæst at vita um størvini við at ringja til Jóngerð M. Nielsen, leiðara í Heimatænastuni í
Vágum á tlf. 793201 ella skriva til jongerd@htv.fo.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressurnar: htv@htv.fo

Viðmerk: “Røktarstarvsfólk til Uppistovu”

Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 3. Februar 2020 kl. 12.00.
Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at
lýsa størvini leyst av nýggjum.