Ruskinnsavnarar til IRF

IRF
Útgivið
4. juli 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
irf@irf.fo
Bý-/ bygd
Lervík

Lýsing

IRF søkir eftir 2 ruskinnsavnarum at byrja skjótast til ber.

Talan er um 2 fulltíðarstørv, sum m.a. fevna um:

  • Innsavnan av húsarhaldsposum og virkisposum v.m. í meginøkinum.

Kanst tú arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jalig/ur, ert tú møguliga tann, vit søkja.
Um tú hevur stóra koyrikortið og ert von/vanur at koyra lastbil, er tað ein fyrimunur.
Tann, ið settur verður í starv, kann eisini rokna við øðrum uppgávum hjá IRF.

Løn
Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Nærri kunning
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF tlf. 414243.

Umsókn
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi innan fríggjadagin 20. juli 2018.

 

IRF
Víkarvegur 107
520 Leirvík
irf@irf.fo

Fleiri størv