Sálarfrøðingur ella sálarviðgeri til Blákrossheimið

Blákrossheimið
Útgivið
16. november 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
jutta@blakross.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Søkt verður eftir sálarfrøðingi ella sálarviðgera til Blákrossheimið – DAT-Ung 15-18 ár.

Høvuðsarbeiðið er á deildini DAT-Ung hjá Blákrossheiminum, ið er staðsett í Tórshavn. Tó verður
ferðing millum høvuðsdeildina, sum er Blákrossheimið á Nesi, og deildina DAT-Ung. Viðgerðin er
skipað sum DAT-viðgerð (Dialektisk atferðar terapi). DAT-Ung er eitt ambulant viðgerðartilboð, sum
verður skipað við m.a. staksamrøðum og bólkaviðgerð. Í DAT-Ung deildini kemur tú at arbeiða saman
við einum sálarfrøðingi, og tit eru partur av viðgerðartoyminum hjá høvuðsdeildini.

 

Vit rokna við, at tú:

  • hevur útbúgving sum sálarfrøðingur ella sálarviðgeri frá hægri lærustovni. Tað er ein
    fyrimunur, um tú hevur góðkenning og royndir við DAT-viðgerð.
  • hevur lætt við at koma í samband við menniskju og hevur áhuga at arbeiða við ungum.
  • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt.
  • ert álitisvekjandi og hevur góð innlivingar- og samstarvsevnir.
  • vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa Krossi Føroya.

 

Løn/setanartreytir:
Talan er um fulltíðarstarv. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum
avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. desember
2018 kl. 12.00.

Byrjað verður í starvinum 1. Feb. 2019

 

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Jüttu J. Olsen, leiðara á Blákrossheiminum. T-post: jutta@blakross.fo, ella tlf. +298 770 770

 

Umsóknin skal sendast til:
blakrossheimid@blakross.fo
Att.: Jütta J. Olsen, leiðari

Líknandi størv

Fleiri størv