Samskipari til Íverksetarahúsið

Íverksetarahúsið
Útgivið
28. oktober 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
sigrun@iverksetan.fo
Bý-/ bygd
Klaksvík

Lýsing

Brennur tú fyri íverksetan og nýhugsan? So er tað kanska tær, vit leita eftir til starvið sum samskipari í Íverksetarahúsinum. Íverksetarahúsið er staðið, har hugskot gerast veruleiki. Her arbeiða vit saman fyri at birta undir íverksetan av nýggjum vinnum og at menna verandi vinnur. Vit spjaða íverksetaramentanina runt alt landið gjøgnum tiltøk, kappingar og útbúgvingarligt virksemi.

 

Um starvið

Sum samskipari arbeiðir tú í tøttum samstarvi við leiðaran, har tú, umframt at samskipa verandi verkætlanir so sum Skúla FM, Ársins Íverksetaradag og FT GameJam, eisini skalt vera framsíggin og verða við til at menna nýggjar viðkomandi verkætlanir. Starvið fevnir harafturat um at ráðgeva vinnuspírum og stimbra samstarvið millum íverksetar og vinnulív.

 

Tínar uppgávur verða m.a. at:

  • Leggja til rættis og gjøgnumføra verkætlanir
  • Alla tíðina at hava fingurin á pulsinum og menna nýggjar verkætlanir
  • Marknaðarføra tænastur og virksemi hjá Íverksetarahúsinum
  • Ráðgeva og vegleiða nýggjum vinnuspírum við hugskotum, sum hesir ynskja at seta í verk, umframt at ráðgeva verandi fyritøkum
  • Skapa eitt spírandi umhvørvi, sum er við til at draga nýggjar og nýskapandi vinnuspírar og fyritøkur til húsið
  • Stimbra samstarvið millum vinnuspírar og vinnulív

 

Royndir og førleikar

Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir innan og áhuga fyri

  • verkætlanararbeiði
  • ráðgeving
  • marknaðarføring og fyriskipan

Harumframt dámar tær væl at síggja úrslit av tí arbeiði, tú ger. Tú megnar sjálvstøðugt at fremja uppgávur og verkætlanir. Tú hevur lætt við at samskifta bæði við ymiskar persónar og bólkar.

Tað er týdningarmikið, at tú ert tænastusinnað/ur og opin, at tú kanst arbeiða í einum til tíðir lívligum umhvørvi við skiftandi arbeiðstíðum og trívist at arbeiða við tíðarfreistum.

 

Um okkum

Íverksetarahúsið liggur í Klaksvík og her arbeiða 3 fólk. Íverksetarahúsið hevur síðani tað varð sett á stovn í 2007 havt sum aðalmál at stimbra og hjálpa íverksetarum, umframt at stimbra íverksetaramentanina í øllum landinum, og soleiðis stuðla undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í Føroyum.

Høvuðsvirksemið hjá Íverksetarahúsinum er at veita almenna og ókeypis ráðgevingin til allar føroyingar, ið hava hug og hugskot til íverksetan. Harumframt verður regluliga skipað fyri tiltøkum, skeiðum og øðrum útbúgvingarligum virksemi.

Fjarnám er eisini staðsett í húsinum. Fjarnám bjóðar borgarum í Klaksvíkar kommunu vegleiðing í spurningum í sambandi við yrkis og lestrarvegleiðing.

 

Vit bjóða

Eitt spennandi starv har eingin dagur er eins og góður møguleiki er fyri menning. Tað er týdningarmikið fyri okkum at hava ein lættan tóna í húsinum. Tú fært stóra ávirkan á tín arbeiðsdag og stýrir arbeiðstíðini við ábyrgd. Løn sambært avtalu. Umsóknir skulu sendast við telduposti til: sigrun@iverksetan.fo. Umsóknarfreistin er 14. november 2018 og byrjað verður í starvinum 1. desember 2018 ella eftir nærri avtalu.

 

Fá meira at vita.

Tú kanst lesa meira um Íverksetarahúsið á www.iverksetan.fo. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta teg í samband við Sigrun Jónsveinsdóttir, leiðara, á tlf. 239501.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Fleiri størv