Skipari til Vørn

VØRN MRCC
Útgivið
24. august 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
vorn@vorn.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Eitt starv sum skipari við skipunum hjá Vørn, verður hervið lýst leyst, til setan skjótast gjørligt.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:

  • Hevur ábrygdina tá manning av egnum skipi fremur eftirlit.
  • Skal kenna tær lógir og kunngerðir, ið Vørn arbeiðir eftir. So sum fiskivinnulóggávuna, fyrisitingarlógina og aðrar viðkomandi reglur.
  • Hevur umborð høvuðsábyrgdina fyri at G&T hondbókin verður fylgd og hildin virkin.
  • Skal arbeiða eftir avtalum, sum Vørn/Fiskiveiðieftirlitið hevur við aðrar stovnar.
  • Annað fyrifallandi arbeiði.

Førleikakrøv:

  • Skipsførara útbúgving.
  • Vinnubræv sum Skipsførari við handilsskipum (STCW-regl. II/2 and V/1, Competency as Master).
  • Heilsuváttan fyri sjómenn.
  • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlenskum og enskum máli.
  • Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
  • Prógv, so sum trygdarskeið, eldsløkking, sjúkraviðgeri, vinnukavari og onnur viðkomandi skeið. Fyrimunur við gildugum prógvum.

Setanartreytir:
Starvið er tænastumannastarv og lønt í 36. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumanna-felaginum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheiti er skipari.

Tann ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at øki verður umskipað, til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsóknir:
Skrivlig umsókn við: CV, avrit av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi  09. september 2019 kl. 1200.

Umsóknirnar skulu sendast til :

Vørn, postsmoga 1238, 110 TórshavnElla sum teldupost: journal@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo