Skrivari/samskipari til Fakfelagssamstarvið

Starvsmannafelagið
Útgivið
11. juli 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
oig@sjukrarokt.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Føroyska samfelagið hevur framúr møguleikar og samstundis stórar avbjóðingar, sum føroyski arbeiðstakarin er týdningarmikil partur av.

Seks fakfeløg, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag,  Akademikarafelag Føroya og Starvsmannafelagið sóknast eftir einum skrivara/samskipara til at styrkja samstarvið millum feløgini.

Í hesum sambandi verður søkt eftir einum skrivara/samskipara. Endamálið er at verða millumlið hjá feløgunum, í mun til felags áhugamál hjá limunum í feløgunum. 

Starvið er ein týdningarmikil liður í at styrkja og menna fakfelagssamstarvið.

Skrivarin/samskiparin skal, í samstarvi við forkvinnunum/-monnunum í feløgunum, samskipa samstarvið og vera við at stinga út í korti, hvørji felags áhugamál arbeiðast skal við og hvussu. Uppgávurnar umfata m.a.:

  • At verða skrivari og samskipa fundarvirksemi hjá forkvinnum/monnum
  • At verða skrivari og samskipari til felags fundarvirksemi hjá umsitingunum í feløgunum
  • At savna viðkomandi tilfar í samband við fakfelagspolitiskar spurningar
  • At samskipa arbeiði hjá Fakfelagssamstarvinum

 

Førleikar
Umsøkjarin má vera sterkur í at arbeiða sjálvstøðugt og hava gott samfelagsinnlit.

Umsøkjarin má duga at samstarva breitt og tola at starvsstaðurin kann verða fluttur runt millum feløgini, til ymsar uppgávur.

Ynskiligt er at umsøkjarin er stinn/ur í føroyskum málburði, bæði í skrift og talu.
Umsøkjarin skal duga at finna fram upplýsingar og samskipa vitan frá ymsu pørtunum.

Talan er í fyrsta umfari um eitt hálvtíðarstarv, sum verður lønt í 6. lønarflokki eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum.

Krævi til starvið er Yrkisútbúgving, Miðnámsútbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving.
Arbeiðstíðin er vanligar gerandisdagar, men broyting kann fyrikoma.

Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, á telduposti: oig@sjukrarokt.fo ella á felefon 211309.

Umsóknarfreistin er 15. August 2018 kl. 12.00. Starvið verður sett skjótast tilber.
Umsókn við CV,  prógvum v.m. skal sendast við telduposti til: samstarv@samstarv.org

 

Fakfelagssamstarvið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag,  Akademikarafelag Føroya og Starvsmannafelagið

Líknandi størv

Fleiri størv